Boccia-kapping

boccia

Leygardagin skipaði ÍSB fyri heystkapping í boccia. Henda kappingin var á Hálsi og byrjaði kl.930. Byrjað varð við innleiðandi kappingum í bólikinum fyri menningartarnað, síðan varð farið undir kappingarnar hjá rørslutarnaðum vaksnum og barnakappingina. Semifinalur og finalur vórðu spældar, og hesi vóru vinnararnir:

Menningartarnað:
1Mýrá, Vágur
2Øssur Gudmundsson,´Havn
3Jørgin av Vollanum, Havn

Rørslutarnað vaksin:
1Jógvan Telling Joensen
2Marius Johansen
3Jói Ziska
Allir úr Havn

Børn:
1Martin Kristoffur Kristiansen, Eiði
2Dánjal Jákup Djurhuus, Strendur
2'Junior' Tomlinson, Eiði
Systkin:
John Haraldsen vann bólkin, tó uttan dyst tí bert hann hevði meldað seg til

Tá hesar kappingarnar vóru av, og heiðursmerkini vóru handað av Jógvan Elias á Løgmansbø, umboð fyri Javna, varð farið undir kappingina fyri pensionistar. Hesa ferð spældu tey einstaklinga kapping, og sær úrslitið soleiðis út:

1Jørgen Dahl, Havn
2Jenny Danielsen, Havn
3Karl Simonsen, Havn