Bóðu um tilboð í Føroyum

Jonhard Mikkelsen, stjóri á forlagnum Sprotanum, sum hevur givið út søguna um loysingarrørsluna, vil ikki hava sitandi á sær, at hann ikki bað um tilboð frá føroyskar prentsmiðju.

Jonhard Mikkelsen, stjóri á forlagnum Sprotanum, sum hevur givið út søguna um loysingarrørsluna, vil ikki hava sitandi á sær, at hann ikki bað um tilboð frá føroyskar prentsmiðju.


Tað var Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent, sum í gjár gav ilt av sær, at Tjóðveldi lat sína søgu prenta í Danmark og ikki so frægt sum bað um tilboð frá føroyskum prenstmiðjum.

 

Les eisini: Bók um loysing prentað uttanlands

 

 

Men hetta er sambært Jonhard Mikkelsen ósatt. Hann sigur, at tað er Sprotin, sum hevur havt ábyrgdina av at framleiða bókina »Loysingarpolitikkur í 1940-árunum«, har vilja tey ikki hava sitandi á sær, at ikki verður biðið um prenttilboð í Føroyum.

 

– Hvørja ferð ein heilbindsbók er prentklár, biður Sprotin Føroyaprent um tilboð.  Sjálvandi eisini í hesum føri. Sprotin fekk tilboð frá Føroyaprenti 9. desember 2013. Men tilboðið var ov dýrt, tí varð ikki tikið av. Vit lata enn sum áður marknaðarkreftirnar ráða og prenta, har vit fáa mest fyri peningin. Sama hvat innihaldið í bókini er.

Føroyaprent stóð seg ikki í kappingini. Tað er har, ið frensurin er grivin, sigur Jonhard Mikkelsen.

 

Les eisini: Prentsmiðjustjórin Jón Hestoy sigur ósatt