Børn, sum skulu til sálarfrøðing og eygleiðingar á sernámi í sambandi við ymsar trupulleikar, noyðast at bíða í eitt ár miðal.
Tað verður staðfest í einum nýggjum tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt um at skipa eina góða tilgongd hjá familjum við barni við autismu.
Í dag hava landsstýrisfólkini Annika Olsen, Bjørn Kalsø og Karsten Hansen, umframt formaðurin í Kommunufelag Føroya, Heðin Mortensen, at skrivað undir eina yvirlýsing, sum er handað formanninum í Autismufelag Føroya.
Arbeiðsbólkurin sigur, at avbjóðingin er at tryggja vit eina felags fakligheit í øllum tænastunum? Tað skal gerast við at gera samstarvsavtalur um: - at arbeiða fram ímóti felags virðisgrundarlagi á øllum stovnum fyri arbeiðið við autismu - at skipa fyri felags førleikamenning - at hækka førleikan sum heild á stovnum, í skúlum o.s.fr., so primeru almennu tænasturnar gerast rúmligari, og síggja sínar avmarkingar - at fáa størri frálæru um autismu inn í lærara- og pedagogútbúgvingina í størri mun enn nú. Tað er ikki nóg mikið við serlinjum, tí hesi børn í stóran mun eru í vanligum stovnum og skúlum
Men arbeiðsbólkurin heldur, at tað er ivasamt, um avvarðandi stovnar kunnu fylgja øllum tilmælunum við verandi játtan.
Bíðitíðin at sleppa til sálarfrøðing og eygleiðing á Sernámi er í meðal eitt ár, men arbeiðsbólkurin mælir til, at bíðitíðin helst skal helst ikki vera longri enn ein mánað, og í mesta lagi tríggjar mánaðir. Men skal tað eydnast, má Sernám hava fleiri fólk í starv.
Sum er hevur Sernám bara samband við eini 75 børn við autismu hóast talan er um 150 - 200 børn tilsamans og verður brúk fyri hálvumøðrum sosialráðgevara afturat, skal stovnurin hava tann samskipandi leiklutin. Verður tað ikki so, mugu undantøk gerast, so at onkur annar stovnur átekur sær samskiparauppgávuna í teimum førum, har familjan ikki hevur samband við Almannaverkið. Á Sernámi vita tey ikki enn um tað ber til at umskipa arbeiðið á stovninum ella neyðugt verður við meirjáttan.
Men skulu øll hava rætt til eitt skúla- og menningartilboð eftir loknan fólkaskúla, krevur tað serliga játtan at stovnseta hetta, sigu arbeiðsbólkurin. Hann mælir til, at skipanin við teirri góðu tilgongdini byrjar á nýggjárinum og at allar familjur hava fingið tilboðið á nýggjárinum í 2016. Tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum, eru: Eyðvør Mortensen, sum umboðaði Almmannaverkið, Emmy Joensen av Sernámi, Tórunn Ósá av psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Sveiney Sverrisdóttir frá Kommunufelagnum og Jónrit Halling frá Autismufelagnum.
|