Børn í Nólsoy læra um barnarættindasáttmálan

20. november eru 25 liðin, síðani altjóða sáttmálin um barnarættindi var samtyktur á ST aðalfundi. Dagstovnurin Látrið og Nólsoyar skúli hava skipað SSP-arbeiði og í ár arbeiddu tey við "virðing og mørk" við barnarættindasáttmálanum sum útkast

20. november eru 25 liðin, síðani altjóða sáttmálin um barnarættindi var samtyktur á ST aðalfundi. Dagstovnurin Látrið og Nólsoyar skúli hava skipað SSP-arbeiði og í ár arbeiddu tey við "virðing og mørk" við barnarættindasáttmálanum sum útkast, sigur Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

- Dagarnir vórðu skipaðir við starvsfólkum úr ymsum stovnum, ið vit mettu høvdu ástøðiliga og ítøkiliga vitan til høvuðsevnið okkara, sigur hann.

Hesa vikuna hevði Nólsoyar skúli og Látrið sett seg í samband við Amnesty, Gigni, Barnabata, Barnaverndina og Margarinfabrikkina og stovnarnir tóku væl undir við tiltakinum og vóru umboðini vóru væl fyrireikað at leggja fram teirra vinkul til SSP-vikuna, sigur Jákup av Skarði.

- Ynski okkara var, at børnini arbeiddu seg inn til barnarættindasáttmálan á ymsan hátt. Tey arbeiddu við myndum, teknaðu og málaðu, skaptu teknirøð, sang og film. At børn og næmingar kundu taka greinirnar úr barnarættindasáttmálanum til sín, fingu tey høvið at velja sær eina grein í part, at skriva og prýða, sigur hann.

Næmingarnir sungu eisini Amnesty sangin og Øll børn hava rætt í morgunsanginum. Seinna sangin fingu tey Terja Rasmussen at føroyska úr donskum teksti frá Kim Larsen.

Eftir arbeiðsdagin tóku starvsfólk og lærarar samanum. Nógv hugskot eru eftir at arbeiða við og minnast skal til at taka afturíaftur evnið, at børn, næmingar og vaksin framhaldandi hava barnarættindasáttmálan í huga, greiðir Jákup av Skarði frá sigur hann.narættindas