Børn, ið bera brek - ein kastibløka millum kommunu og land

Eigur tú eitt barn, ið ber brek, ert tú í ongamannalandi. Tú ert stødd onkustaðni í eini kommunu, sum møguliga, møguliga ikki raðfestrir serøkið, og landið sum eigur onkrar ábyrgdir, og aðrar ikki.

 

Hvør eigur hvat, fert tú at brúka langa tíð uppá at finna útav, tí hvørki land ella kommuna vilja kennast við hvønnannan. Hetta kunnu vit ikki góðtaka!

 

Øll børn skulu hava rætt at ganga á dagstovni, skúla og frítíðarskúla, eisini í teirra nærumhvørvi.

 

Sum støðan er nú, er tað eingin sjálvfylgja, at eitt barn, ið ber brek, sleppur á dagstovn, í skúla ella frítíðarskúla. Hetta merkir, at tað ikki einans er talan um brot á Brekrættindasáttmálan grein 5 og 24, men eisini, at annað foreldrið ikki sleppur at arbeiða, men skal fáa pening fyri mista arbeiðsinntøku. Ein inntøka, sum eiheldur er eftirlønargevandi - meira um hetta um nakrar dagar.

 

Eg fari at arbeiða fyri, at einki barn verður noktað at ganga á dagstovni. At einki barn verður noktað at ganga í skúla, og at einki barn verður noktað at ganga í frítíðarskúla.

 

Í Føroyum skullu øll børn, ið bera brek, vera vælkomin. Og tað skulu vit tryggja við lóg.

 

Fyri at fáa eina einfalda vælferð fyri tey, sum veruliga hava tørv á henni, muga fleiri batar gerast. Hetta er bert ein av fleiri.

 

 

 

Helena, X við lista C