Nýggjar kanningar úr USA vísa, at nógv børn eru vorðin feitari undir koronu-farsóttini. Men, eisini her um okkara leiðir eru fakfólk órógvað um gongdina.
Barnafiti er ein munandi trupulleiki í USA, og trupulleikin er ikki vorðin minni undir koronu-farsóttini, tá samfeløgini meira ella minni vórðu løgd lamin, sum avleiðing farsóttini.
USA telist millum tey lond, sum hava verið rættiliga hart takt av koronu. Higartil hava 44 miljónir amerikanarar fingið smittu, og farsóttin hevur kravt fleiri enn 700.000 mannalív, siga nýggjastu tølini úr landinum.
Nú vísir tað seg, at farsóttin eisini hevur havt negativ árin á gongdina hjá amerikanskum børnum og ungum, tá ræður um fiti.
Í kanningum hjá amerikanska smittuverjustovninum CDC (Centers for Disease Control and Prevention) hava tey fylgt 432.302 børnum og ungum í aldrinum, 2-19 ár.
Talið av børnum í USA, sum viga ov nógv, øktist í mánaðinum fyri koronu við 0,07 prosentum, men tá korona breyt út, øktist talið fimm ferðir so nógv.
19,3 prosent av børnum og ungum í kappingini vóru ov feit í august 2019, men í august 2020 var hetta tal 22,4 prosent.
Sambært útlendskum miðlum hava barnalæknar ávarað um vektøking millum børn og ung, sum avvleiðing av koronu, tí aktivitetir eru minni og skíggjatíðin meira.
Í einari grein í viðurkenda British Medical Journal (BMJ) er nýggja amerikanska kanningin umrødd.