Børn og ung í Vágum skulu hava meiri at fara til

Tey fáa nú sítt egna hús at vera í

Ráhúsið í Vága kommunu. Myndin er frá Vága Kommunu

Tey ungu í Vága Kommunu skulu hava meiri at fara til í frítíðini. Tað er eitt úrslit, nú kommunustýrið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár. Í hesum sambandið er ætlanin at gera stovna eitt virkishús til børn og ung í Vága kommunu og tað skal vera opið 45 tímar um vikuna. Sostatt er ætlanin, at tað skal vera opið hvønn gerandisdag og eisini leygardagar. Har skal vera ymiskt at takast við hjá børnum úr triðja flokki, og hjá ungum upp til 18 ár.

 

Sum kommuna vilja vit menna og leggja dent á tað, sum fremur góða heilsu og eitt gott barna- og ungdómslív. Fyri børn og ung hevur tað týdning at hoyra til, at vera partur av einum sunnum felagsskapi, bæði í ítrótti, í øðrum ítrivi, ella á arbeiðsmarknaðinum, sigur borgarstjórin, Bjarni Prior, í eini fráboðan.

 

Hann sigur, at ein íløga í barna- og ungdómsøkið er ein fyribyrgjandi og neyðug íløga í fólkaheilsuna hjá verandi og komandi ættarliðum í Vága kommunu. Miðjað verður eftir at nýggja barna- og ungdómshúsið skal lata upp tann 1. mars.

 

Ráhúsið í Vága kommunu. Myndin er frá Vága Kommunu