Næmingar í 4., 5. og 6. flokkunum í skúlunum í Klaksvík hava undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, sum skulu prýða nýggju býarbussarnar í Klaksvík.
Hetta er ein kapping, sum Fríða Næs og Annika Kunoy Im skipa fyri í samband við, at tær hava fingið játtað pening frá mentanargrunninum í Klaksvík til mentanarligt tiltak.
Næmingarnir hava tosað um orðatøk og hava síðan gjørt eina greining av orðatakinum, teir hava valt - verði hetta seg í myndum, orðum, tekningum ella okkurt heilt annað.
Tá tulkingirnar hjá flokkunum eru latnar inn, fer ein dómsnevnd at velja út fimm vinnarar. Síðani verður eitt tiltak í Ósaksúlanum týsdagin 7. oktober klokkan 9.30, har øll uppskotini verða sýnd fram.
Eisini fer varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen, at siga nøkur orð, og vinnarirnir verða avdúkaðir.
Fimm tey bestu uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum, og besta ískoyti fær harumframt eisini ein peningarligan vinning.
Endámalið við kappingini er at styrkja ognarkensluna hjá børnunum í býnum, so tey kenna, at tey eiga lut í býarbussunum. Eisini er ein slík kapping við til at skapa kunnleika til eina skapandi tilgongd, har næmingarnir bæði skapa og framleiða.
Við hesum verður føroysk mentan, sum er útløgd av skúlanæmingum, koyrd út um skúlaveggirnar og runt allan býin, samstundis sum bussarnir verða prýddir við øðrum enn bara sølulýsingum.
- Hetta er eitt serstakt høvi hjá børnum og vaksnum at tosa um orðatøkini, føroyska mentan og annað viðkomandi, tá tey sita í bussinum, verður sagt í tíðindaskrivi um tiltakið.
Viðhefta mynd er av Fríðu Næs og Anniku Kunoy Im í bussinum í Klaksvík.