Bøta um ferðslutrygd við Vágs skúla

– Sum liður í framhaldandi arbeiðinum við ferðslutrygdarætlan hjá Vágs kommunu, sum verður framd í samstarvi við Landsverk og løgregluna, verður bøtt um ferðslutrygdina við Vágs skúla.

 

Tað skrivar Vágs kommuna í morgun. Tey hava gjørt av at bøta um ferðslutrygdina í Vági, við serligum atliti at ansa eftir skúlabørnunum í ferðsluni. Vágs kommuna skrivar soleiðis:

 

»Mong børn skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis til at venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

 

Í hesum sambandi hevur Vágs Kommuna tikið stig til at bøta um trygdina á Toftavegi, sum er sera smalur, og trongt er hjá børnum og bilum at ferðast trygt.

 

Serliga vandafult er hjá børnum at ferðast trygt við skúlan, har børn, vaksin, súkklur og nógvir bilar møtast um somu leið.

 

Vágs Býráð hevur tí samtykt at einsrætta Toftaveg, sum eina royndarskipan í eitt ár, við møguleika at tillaga skipanina saman við løgregluni.«