Bøta um trygdina við stóran skúla í Havn

Foreldur at skúlabørnum hava ampa av støðuni, men nú verður tað broytt

Nú fer Tórshavnar býráð undir arbeiðið at bøta um ferðslutrygdina við Eysturskúlan í Havn. Bæði foreldur, og skúli, hava ampa av støðuni, tí tað er ikki nóg trygt og serliga síðani Eysturvøllurin varð lagdur beint við, er ferðslan vaksin.

 

Hetta er eitt gamalt mál, tí tað eru næstan 20 ár síðani, at skúlin fór at gera vart við støðuna. Men nú hevur býráðið einmælt samtykt at broyta vegin, so at ferðslutrygdin verður betri.

 

Í hesum sambandi skal vegurin broytast og ein oyggj skal leggjast mitt í hann, og bøtast skal um umstøðurnar, tá ið børn og vaksin fara úr bussinum og skulu í bussin.

 

Í býáðnum vóna tey, at úrslitið verður, at fleiri foreldur fara at tora at lata børnini koyra við bussinum, ístaðin fyri at koyra tey sjálvi. Tey siga, at tað er altíð gott at hava eina oyggj mitt í vegnum, so at vegurin kann takast í tveimum hjá teimum, sum skulu tvørtur um, tí tað er tryggari. Arbeiðið fer at kosta 1,8 millión og býráðið hevur einmælt samtykt at játta pengarnar.