Bogaskjóting: – Vit skuldu allíkavæl fáa hesa høllina burtur, tí hon stendur í vegin, nú flogvøllurin skal byggjast út, so okkum passaði tað sera væl, at vit kundu fáa høllina burtur, samstundis sum hon kundi koma ítróttinum til góðar, sigur Kent Christensen, stjóri í 62°N, tá hann leygardagin avhendaði høllina.
– Eg skilji á lagnum, at tað kemur væl við hjá VágaSkoti at fáa høllina, so nú kunnu vit kanska siga, at privata vinnulívið hevur hjálpt teimum í gongd við tí, og so er restin upp til kommunalu myndugleikarnar.
Høllin verður í næstum tikin niður, men enn er ikki greitt, hvar hon verður sett upp, tí enn er einki grundstykki fingið til vega. VágaSkot hevur vent sær til bæði Sørvágs og Vága kommunu um at fáa eitt stykki at seta høllina á, men hetta er alt so nýtt, at einki ítøkiligt er hesum viðvíkjandi enn.
Sera takksamir
Formaðurin í VágaSkoti, Tórfinn Hansen, er sera fegin um, at 62°N á henda hátt hjálpir felagnum at fáa tak yvir høvdið, samstundis sum høllin kann koma samlaðu bogaskjótingini í landinum til góðar.
– Vit taka høllina niður og goyma alt tilfarið í einari 40 fóts bingju. Av tí at nógvir av okkum í felagnum eru handverkarar og hava neyðugu amboðini, vænta vit, at tað arbeiði kann ganga skjótt, sigur Tórfinn.
– Høllin kostar okkum einki, so vit eru 62°N sera takksamir fyri, tí hetta er fantastiska flott og kemur at geva okkum umstøður, vit annars ikki høvdu havt møguleika at fingið.
Talan er um eina høll, sum er 27,5 metrar ferðir 13,5 metrar, so hon er í stødd sera væl egnað til bogaskjóting, har longstu innandura breytirnar eru 18 metrar. Harumframt fær VágaSkot pláss fyri umleið 100 fermetrum av øðrum hølum í høllini.
Stóran týdning
Eisini Schandorff Vang, formaður í Bogaskjótideild Føroya, fegnast um stórfingnu gávuna frá 62°N.
– Vit hava í mong ár tosað um, at vit áttu at bygt eina skjótihøll við øllum hentleikum, sum skuldi verða ein høll, ið minnir um testhallirnar, størstu framleiðarar innan bogaskjótútgerð og størstu handlar hava, sigur hann.
– Men tað er ikki komið longur enn til tankan, tí hetta hevur verið alt ov kostnaðarmikið fyri so lítla ítrótt sum bogaskjóting. Hetta kemur at hava stóran týdning fyri menningina og samanhaldið – ikki bara í felagnum, men fyri føroyska bogaskjóting.