Bogaskjúttarnir klárir til Oyggjaleikir

12 bogaskjúttar, ein dómari og tveir hjálparar. Hetta verður fólkið úr Føroyum, ið verður at finna á bogaskjótivøllinum á Álandi

Bogaskjóting

 

Absalon Hansen, Hans Petur Højgaard, Eirikur í Jákupsstovu, Jógvan Magnus Andreasen, Annika Vang, Jastrid Jensen, Jógvan Niclasen, Albert Dam, Hans Asbjørn Eysturdal Magnus Andreassen, Sigrid Vang og Rakul Dam skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í summar.

Hetta varð flaggdagin endaliga avgjørt, tá seinasta úttøkukappingin var á Toftum.

Í recurvebólkinum var tað mesta nærum greitt frammanundan, tí eitt sindur av muni var millum fýra teir bestu og hinar gjøgnum kappingarnar í høvdu verið frammanundan.

 

Kappaðust um trý mál

Hinvegin var stórur spenningur kring Comoundliðið, tí har vóru einir seks skjúttar, ið kappaðust um trý pláss. Jógvan Niclasen var nærum tryggjaður frammanundan, men púra opið var kring hini plássini.

Endin varð, at Albert Dam, Hans Asbjørn Eysturdal og Magnus Andreassen tóku hesi pláss, og til dømis Per Holm Andersen, ið hevur vunnið nógv heiðursmerki fyri Føroyar, megnaði ikki at koma við á liðið.

Útav næstan 2500 stigum, var Magnus Andreassen bara 12 stig frammanfyri Nikkel Petersen, ið var næstur á listanum. So sigast kann, at framtíðin er rættiliga áhugaverd í bogaskjótingini.

 

Sigrid er aftur við

Sigrid Vang kunngjørdi til seinastu Oyggjaleikir, at tað vóru hennara seinastu og hevur leingi tosað um, at hon ikki fór við til oyggjaleikirnar.

Nú ætli eg mær at vera áskoðari, og um brúk er fyri einum hjálpara, so hjálpari hjá øllum tykkum, segði hon eftir kappingina skírisdag, men nú hevur hon drigið í land.

- Aja, eg komi bara við, segði hon leygardagin, tá endaligt svar skuldi gevast. So tað er møguleiki fyri, at hon vinnur enn fleiri heiðursmerki.

Tó verður Per Holm Andersen á Oyggjaleikunum, tí bogaskjótideildin hevur avgjørt at nýta hann og hansara nógvu royndir, sum hjálpara á ferðini. Per Holm Andersen verður eisini liðleiðari á ferðini.

Somuleiðis verður Torfinn Hansen við sum hjálpari.

Seinasta fólkið, ið verður við í ferðalagnum hjá bogaskjúttunum er Schandorff Vang. Hann verður við sum dómari í kappingini, nú hann hevur valt at gevast við skjótingini á Oggjaleikunum.