Russiski meistarin á Orion og Tróndi hevur nú fingið tað mesta av tí, sum hann átti til góðar hjá reiðarínum Russiski maskinmeistarin, Bogdan, sum í níggju mánaðir hevur búð umborð á einum skipi á Skála, hevur nú fingið meginpartin av lønini, sum hann eigur til góðar hjá reiðaranum, Sjúrði Gorm Petersen.
-Avtalan við føroyska reiðaríið var upp á umleið 20.000 krónur um mánaðin, og teir pengarnar hevur Bogdan nú fingið, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Páll Hansen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Maskinmeistarafelagið hevur eisini fingið vissu fyri, at russiski meistarin fær tað seinasta av lønini, tá hann fyrsta dagin fer av landinum.