BogForum - ókeypis atgongd til útisetar

Aftur í ár bjóðar Bókamiðsølan útisetum og øllum øðrum áhugaðum ókeypis atgongumerki til stóru árligu bókamessuna - BogForum - sum verður í døgunum 9. - 11. november í Bella Centrinum í Keypmannahavn.??

Bókamiðsølan fer at halda til á bási saman við forlagnum Torgard, har umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og Sprotan eisini verða.

- Á básinum verða nakrar av nýggjastu føroysku bókaútgávunum til børn, ung og vaksin at finna, og eisini ber til at vitja nýggja føroyska e-bókaportalin, Vitru. Kunnað verður um barnabókaklubban hjá Bókadeildini og bókaklubban hjá Sprotanum.

Bókadeild Føroya Lærarafelags vísir á, at nógv spennandi er á skránni á BogForum í ár.

- Umframt nógvar áhugaverdar fyrilestrar, verður eisini høvi at hoyra samrøður við flest allar rithøvundar, sum hava givið bøkur út á donskum í ár, og eisini er nógv stuttligt til børnini.

Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at seinasta freist at ogna sær atgongumerki er mánadagin hin 5. november.