Bóghvítuhvalir spældu sær í Havn

Fimm bóghvítuhval vóru í morgun út fyri Álaker í Havn

Í morgun spældu fimm bóghvítuhval sær í Havn út fyri Álaker.

 

Hóast slíkir hval ikki eru hvønndagsgestir inni á føroysku vágunum, so eru teir kortini ikki ókendir.

 

Bóghvítuhvalur, sum eisini verður nevndur rovhvalur, mastrarhvalur, mastrarfiskur, æðuhvalur og steyrhvalur, er lættur at kenna á tí stóra horninum og teimum hvítu merkjunum aftanvert við hornið.

 

Hornið á kallhvalinum er stórt, 1,8 metrar, og tríhyrnt, men hornið á kvennhvalinum er minni, 0,9 metrar, og meira árundað aftantil.

 

Bóghvítuhvalur hevur 10-13 tenn hvørjumegin í kjaftinum. Tær eru eitt sindur bogaðar og 6-8 cm. langar. Bóghvítuhvalur er alheimsslag, sum reikar víða um í Norðurhøvum, bæði við strendurnar og pelagiskt og úr heitum sjógvi niður í arktiskan sjógv. Serliga er nógvur bóghvítuhvalur úti fyri Lofot, millum Føroya og Íslands, eisini undir Íslandi.