Bogi Andreasen og íløguætlanin

Heðin Mortensen, borgarstjóri
-----
Í eini margháttligari grein í miðl­u­num um dagarnar kem­ur Bogi Andreasen, bý­ráðslim­ur, við nøkrum út­sagn­um, sum fáa ein at hugsa, um maðurin yvirhøvur er part­­ur av Tórshavnar bý­ráði.
Hann skjýtur til høgru og vinstru eftir málum, sum hann sjálvur hevur verið virk­­in partur av, og finst bein­leiðis at borgarstjóranum fyri at skipa so fyri, at álv­ar­smál koma í drag og ikki verða fíggjarliga raðfest í íløg­u­­ætlanini.
Lat meg siga beinanvegin, at eg fari ikki at leggja meg út í ein orðadrátt í miðlunum við Boga Andreasen um íløg­u­ætlanina í Tórshavnar bý­­­­ráði ella raðfestingar næstu árini, nú vit eru mitt í polit­isku viðgerðini. Vit hava havt og hava ríkiliga møg­u­­leikar at gera vart við okk­ara hugsan innanhýsis – eisini Bogi Andreasen, um bara hann leggur í og setir seg inn í tingini.
Men tá Bogi Andreasen gevur fólki skeivar upp­lýs­ingar, kenni eg meg noyddan til hesar rættleiðingar.

Skúlaøkið
Tá talan er um heildarætlan fyri skúlarnar í kommununi, so kann Bogi Andreasen fyrst og fremst takka sær sjálv­um fyri, at málið er kom­ið í drag. Býráðið sam­tykti í 2012 ein nýggjan skúla­bygnað í kommununi, men í vár varð alt málið latið upp aftur m.a. tí, at Bogi Andreasen ikki longur meinti tað, sum hann meinti hálvt ár frammanundan, tá hann atkvøddi fyri at byggja nýggjan Vesturskúla.
At loysn á skúlamálinum ikki verður raðfest, er heilt einfalt ikki rætt. Á skúla­økinum standa í løtuni 5 mió kr. tøkar til nýbygging. Hetta verður mett nóg mikið til prosjektfyrireikingar í 2014, tí enn er avgerð ikki tikin um, hvussu fram­tíðar­skúla­bygnaðurin skal síggja út í komm­ununi. Harumframt verða í ár og næsta ár ein­ar 10-12 mió brúktar til um­væl­ingar av verandi skúlum.
Alt hetta eigur Bogi Andre­asen sum býráðslimur at vita, men kann vera, at hann hevur trongd til fríspæl í almenna rúminum.

Dagstovnaøkið
Bogi Andreassen sigur eis­ini, at einki er sett av til dag­stovnin Birkilund á íløgu­ætl­anini. Hetta er heldur ikki rætt.
Á dagstovnaøkinum eru tilsamans 11 mió kr. at brúka í 2014. Til Birkilund standa 6 mió kr., sum eru játtaðar í 2013, og á íløguætlanini fyri 2014 verður lagt upp til at seta 5 mió kr. av til ein nýggjan dagstovn í Kollafirði. Tørvur er á báðum stovnum.
Eg fari tí at mæla Boga Andreasen til at seta seg inn í viðurskiftini, áðrenn hann loypir út á djúpt vatn í miðlunum og skapar ótrygg­leika millum fólk. Hetta sáar bert mistreysti og misálit um tað arbeiðið, sum býráðið ger, og sum hann sjálvur er partur av.
Tað er ein góð byrjan at vera í røttu arbeiðsklæðunum. Men fyri at kunna gera nyttu í arbeiðsklæðunum, krevst eisini áræði til at fara til verka, dirvi til at taka avgerðir, og máttur til at standa við gjørdar semjur – eisini alment.