Bogi Andreasen á ting týsdagin

Tá ið fyrsti tingfundurin hjá nýggja tinginum var um at vera liðugur fyrrapartin í gjár, boðaði nýggi løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, frá, at næsti tingfundur verður týsdagin klokkan 13.30. Tá verður val av nevndum, val av umboðum í Norðurlandaráðið, val av umboðum í Útnorðurráðið, val av løgtingsgrannskoðarum, val av fýra limum og fýra varalimum í lokalnevnd, val av nevningagrundlistanevndum og tilnevning av einum umboði í eftirlitið við varhaldsfangum á skránni.

Fyrrapartin í morgin fer løgmaður at tilnevna nýggj landsstýrisfólk. Tað ber við sær, at varafólkini fyri landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum týsdagin fara at taka sæti á tingi.

Í gjár komu varafólkini hjá Sambandsflokkinum á ting. Tey eru Eivin Jacobsen í Sørvági, Reimund Langgaard í Leirvík og Jóna Mortensen í Havn.

Varafólkini hjá Fólkaflokkinum eru Rodmund Nielsen í Saltangará, Joen Magnus Rasmussen í Leirvík og Brandur Sandoy heima á Sandi.

Joen Magnus Rasmussen er burturstaddur, og hann hevur ikki møguleika at møta á tingi næstu vikurnar. Tí verður tað fjórði varamaðurin hjá Fólkaflokkinum, Bogi Andreasen, í Havn, sum týsdagin fer at taka sæti á tingi.

Jógvan Skorheim í Klaksvík fer týsdagin at taka sæti á tingi fyri Kára P. Højgaard, sum verður landsstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin.