Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya og rektari í Skúladeplinum við Marknagil, hevur vunnið heiðurin Best Paper Award á eini vísindaligu ráðstevnu í Portugal. Tað skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetur Føroya.
Talan er um ráðstevnuna 10th IEEE International Symposium on Diagnostics for Electric Machines, Power Electronics and Drives, sum verður hildin í býnum Guarda í Portugal.
Greinin, ið Bogi Bech Jensen hevur skrivað saman við Georgios A. Skrimpas, vinnu ph.d. studenti á DTU og Brüel & Kjær Vibro og øðrum, hevur heitið Detection of generator bearing inner race creep by means of vibration and temperature analysis, og viðgerð praktiskar hættir at meta um feilir í vindmyllugeneratorum.
Til ber at lesa alla greinina við at trýsta á her.