Móttøka
Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, nýtti eisini høvið at heilsa Boga Hansen við stóra heiðrinum á móttøkuni í Nóatúni hósdagin.
- Ofta verður tikið til, at tað ikki ber til at fáa í posa og sekk. Men hetta orðafellið gert tú so dyggiliga til skammar í dag.
Jóannes Ejdesgaard vísti á, at Bogi Hansen hendan hósdagin so sanniliga fekk í posa og sekk.
- Fyri góðum tíma síðan eru tíðindi úr Norðurlandaráðnum farin víða um, at tú hevur fingið norðurlendsku náttúru-og umhvørvisheiðurslønina og nú bert ein tíma seinni ert tú eisini tilnevndur professari við Fróðskaparsetur Føroya.
Av seta sær mál
Løgmaður vísti á, at heiðurslønin, sum Bogi hevur fingið, er ein av teimum, sum hongur ovast uppi, sum hann tók til og heiðurin er tí samsvarandi stórur.
- Jú, víst fáa summi í posa og sekk. Tað eru ofta tey ágrýtnu, tey ótroyttiligu tey, sum ikki møðast í mótbrekku, men miðvíst stremba móti málinum, sum alla tíðina flytir seg longur og longur fram so hvørt, sum leiðin verður gingin.
Jóannes Ejdesgaard segði, at Bogi hevur fingið heiðurin fyri sítt umfatandi og dygdargóða arbeiði við veðurlags-og havfrøðisgransking fyri sítt arbeiði við havstreymum og Golfstreyminum.
- Aftrat hesum, verður dentur lagdur á, at partur av orsøkini til, at júst tú og ikki hini 26, sum vóru innstillað - fekk heiðurslønina, er, at tú lætt og við eldhuga letur tína vitan út til almenningin og soleiðis ger vitanina nógv virðismiklari.
Millum tey fremstu
- Tað er ómetaliga gleðiligt, at føroyingar eru millum tey fremstu í havgransking. Vit hava og eg havi sjálvandi leingi vitað, at tú ert ein kønur og nærlagdur granskari. Tú ert millum teir fremstu! Nú kunnu vit so fegnast um, at heimurin rundan um okkum fær hetta at vita ikki einans granskarar, tí teir vita tað helst longu, men eisini almenningurin.
Løgmaður ásannaði, at umhvørvið als ikki hevur fingið nóg høga raðfesting hvørki í hesum ella undanfarnum landsstýrum.
- Tú hevur í øllum førum gjørt títt til at geva okkum íblástur og at minna okkum á ta skyldu og ta ábyrgd, vit hava fyri at raðfesta umhvørvið hægri.
Ikki Føroyar
men tú, Bogi!
Jóannes Ejdesgaard legði dent á, at tað ikki eru Føroyar, sum fáa henda heiðurin í dag.
- Men tað er tú, Bogi! Heiðurin fært tú fyri títt umfatandi og áhaldandi arbeiði við havgransking. Men samstundis, sum heiðurin er tín og bert tín, so setir tú land okkara á heimskortið. Tað hevur eitt virði, sum ikki kann gerast upp í peningi, segði hann.
Vegna Føroya landsstýri ynskti løgmaður Boga Hansen hjartaliga tillukku við stóra heiðrinum og við professaraheitinum.