Bogi Kristiansen endurvann FM-heitið

Súkkling: Ársins seinasta súkklukapping varð avgreidd í allarfagrasta veðrið leygardagin, og enn einaferð vísti tað seg, at Bogi Kristiansen var eitt sindur betri enn allir hinir

Leygardagin endaði føroyska súkkluárið við FM-koyringini yvir 100 kilometrar, og tað bleiv eisini ein sera góð kapping, har spenningurin helt sær so at siga allan vegin.

Bogi Kristiansen hevði favorittbyrðuna á sínum herðum, men bæði Gunnar Dahl-Olsen og Jóhann Brend vóru fult greiðir yvir, at Bogi so at siga bert hevur koyrt í Danmark í ár, og at hansara veikleiki tí er í teimum tyngstu brekkunum, sum tað jú ikki eru so nógvar av í Danmark.

Niðan móti Eiðisskarði royndu bæði Gunnar og Jóhann at sleppa frá Boga, men skálamaðurin, sum jaktaði sítt fimta føroyameistaraheiti á rað, tók teir aftur lutfalsliga skjótt.

Gunnar og Jóhann royndu fleiri ferðir aftur at slíta seg leysar frá Boga og restini av feltinum, eitt nú á vegnum niðan móti rundkoyringini omanfyri Norðskála og á Sundi, men hvørja ferð eydnaðist tað Boga at taka teir inn aftur, og hvørja ferð dróg hann aðrar súkklarar við sær, so tað hevði ongantíð verið talan um nakað veruligt útbrot, tá teir høvdu súkklað 75 kilometrar og komu til Havnar.

Seinastu 25 kilometrarnir skuldu koyrast inni í býnum, og nú vísti tað seg, at favoritturin hevði størst megi eftir.

Tá góðir sjey kilometrar vóru eftir, setti hann ferðina upp, og hóast Gunnar royndi at fylgja við og eisini tók seg eitt sindur innaftur á Boga, eydnaðist tað honum ikki at hótta oddafiskin aftur, og so var kappingin avgjørd.

Bogi Kristiansen kom á mál ein góðan hálvan minutt undan Gunnari og vann FM-heitið fyri fimtu ferð á rað.

Tíggju teir ovastu:

1. Bogi Kristiansen2.56,43

2. Gunnar Dahl-Olsen2.57,15

3. Sverri Mohr Edvinsson2.59,00

4. Páll Didriksen2.59,17

5. Eyðun Poulsen2.59,16

6. Jóhann Brend2.59,29

7. Kári Brattaberg3.06,03

8. Súni Kristiansen3.17,00

9. Óli Olsen3.17,00

10. Evald Rasmussen3.22,54