Bogi lærdi til snikkara í Dali

Bogi Skorá úr Kaldbak hevur lært til snikkara í Dali.

 

Hann hevur júst verið í Hjørring í Danmark og gjørt sveinastykki, sum var ein 1/4 sving trappa.

 

So væl var sveinastykkið greitt úr hondum, at Bogi fekk 10 og rós.

 

Trappan er gjørd til kjallaran hjá foreldrunum í Kaldbak.

 

Lærumeistri hjá Boga hevur verið Bødvar Hjartvarsson.