Bogi og Rói vunnu

Leygardagin var árliga FM kappingin fyri pør í bridge leikt í Bridgehúsinum í Havn. Byrjað varð klokkan 10 um morgunin, og spælt varð líka til kl. 21.30 um kvøldið. Tey 20 pøruni, ið luttóku í finaluni, fingu eina góða, strævna og sera spennandi kapping. Tá ið tvey umfør vóru eftir lógu trý pør nærum jøvn. Tey vóru Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen, Eyðun Antoniussen - Dia Jacobsen og Símin Lassaberg - Árni Dam. Men tá ið avtornaði gjørdust tað teir báðir, Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, ið vunnu kappingina. Símin Lassaberg og Árni Dam gjørdust nummar tvey, meðan Eyðun Antoniussen og Dia Jacobsen, ið annars førdi nærum alla kappingina, gjørdust nummar trý.