Bogi Simonsen og Robert Langgaard vunnu FM-heitið

Bridge: FM fyri pør 2024

FM kappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum í Gundadali fríggjakvøldið og leygardagin 10. og 11. mai. Spæld vóru tilsamans 95 spøl, og 20 pør tóku lut í kappingini. Samanumtikið var talan um eina javna og spennandi kapping, har avgerðin ikki fall fyrr enn í seinasta umfarinum.  

Sum so oftá áður skiftust ymisk pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Fríggjakvøldið skiftust hesi pørini um at taka oddasessin: Danny Danielsen & Heðin Mortensen, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg. 

Sum kappingin leið leygardagin vóru tað einamest fimm pør sum myndaðu oddin. Hesi vóru Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen, Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen og Viggo Johannesen & Heini Joensen. Hugaligt at eisini lutfalsliga nýggir spælarar sum Viggo Johannesen & Heini Joensen megnaðu at mynda oddin eina løtu – samanumtikið høvdu teir eina góða kapping og gjørdust at enda nr. 8. 

 

##med2##

Tá samanum kom gjørdust tað Robert Langgaard & Bogi Simonsen sum vóru stinnastir og vunnu FM-heitið fyri pør 2024 við 146 stigum. Silvurkrónurnar vunnu Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen við 136 stigum, meðan Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr við 125 stigum og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg við 104 stigum endaðu á ávikavist triðja og fjórða plássinum. 

Slóð til samlaða úrslitið av kappingini er at finna her.

 

##med3##

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða og væl skipaða kapping.

Nú fer bridgeárið at halla. Tó er ein áhugaverd altjóða kapping á skránni fyri framman. Tað er Evropameistarakappingin fyri lið, sum verður leikt í Herning í Danmark døgunum 24. juni til 4. juli 2024. Meira verður at frætta um hesa kappingina í næstum.

 

##med4##