Súkklukappingin á Ólavsøku fór fram á havnaøkinum, har súkklað varð runt á einum strekki, sum er omanfyri ein kilometur.
Kappingin fer fram á tann hátt, at súkklað verður runt í 50 minuttir, og síðani verður farið til eina umferð afturat.
Áðrenn kappingina var støðan í Grand-Prix kappingini greið: Gunnar Dahl Olsen hevði longu vunnið kappingina, meðan spenningur var um 2. og 3. plássið. Her skuldi Jóhan Brend ikki liggja meira enn 3 pláss aftan fyri Sverra Eyvindson fyri at varðveita 2. plássið.
Gunnar á odda
Gunnar legði seg á odda í kappingini beinan vegin, og hann lá eitt fitt stekki framman fyri í útvið ein hálvan tíma.
Men so gjørdi Bogi Kristiansen um seg, og hann legði seg útvið eina hálva umferð framman fyri hinar.
Jóhan Brend, sum fyrsta hálva tíman hevði ligið á 2. og 3. plássi saman við Boga Kristiansen, lá eisini síðsta partin av teininum á hesum somu plássum, nú saman við Gunnar Dahl-Olsen.
Og soleiðis komu teir eisini á mál. Bogi Kristiansen kom fyrstur um mállinjuna, harnæst Jóhan Brend og á triðja plássi Gunnar Dahl-Olsen.
Jóhan og Gunnar vóru sera javnir, og møguliga kundi Gunnar teir síðstu metrarnar yvirhála Jóhan, men Gunnar var so óheppin at báðir føturnir fóru úr pedalunum beint fyri mál, so har gjørdist onki hjá honum við nøkrum spurti.
- Eg læt Gunnar fara
Eftir kappingina spurdu vit Boga Kristiansen um hansara taktikk til kappingina.
-Eg lat Gunnar fara fram um okkum beinan vegin, men ansaði bert eftir, at hann í mesta lagi kom hálvan minutt fram um okkum, tí eg roknaði við, at hetta fór at møða Gunnar so mikið, at tað fór at bera til at innheinta hann aftur í seinna enda.
-Tað vísti seg eisini, at bara Jóhan og eg lógu, umframt Gunnar, framman fyri restina av feltinum, og tað gjørdi eisini, at ongin hóttan var frá øðrum, so eg bíðaði bara til tað fór at bera til at taka Gunnar aftur.
-Eg royndi so nakrar ferðir at taka Gunnar, men ikki fyrr enn eg hevði roynt nakrar ferðir, eydnaðist tað, og so roynde eg bert at liggja eini 10-20 sekund framman fyri. Høvdu hinir komið nærri enn 7 sekund, so hevði eg spurta aftur.
-Tað eydnaðist mær at halda støðuna og koma á mál sum tann fyrsti.
Víðari sigur Bogi, at hetta var ein sera hørð kapping, sum eisini vísti at føroysku súkklararnir eru væl fyri.
38,4 km/t.
Gunnar Dahl-Olsen súkklaði við einari meðalferð upp á 38,4 km. um tíman, og tað verður mett at vera nógv her.
-Eg fór av stað beinan vegin, tí eg ætlaði at lúka út í feltinum, soleiðis at teir meira rutineraðu komu at súkkla fyri seg og hinir í einum felti fyri seg.
-Men ongin kom við, so eg kom at súkkla einsamallur stóran part av teininum. Eg royndi so bert at halda ferðina uppi uttan at drepa meg sjálvan.
- Men tá kappingin varð komin reiðiliga í helvt fór Bogi framum. Eg royndi einar 5 ferðir at taka hann aftur, men holið gjørdist ov stórt.
-Móti endanum komu vit eitt sindur inn á Boga, og eg haldi, at um kappingin var einar 10 minuttir longri, so hevði verið møguleiki at tikið Boga aftur.
-Tað, at eg misti skógvarnar av báðum pedalunum móti endanum, gjørdi so eisini, at eg misti møguleikan at gerast nr. 2, segði Gunnar Dahl-Olsen, sum annars var væl nøgdur við kappingina.