Filmurin, sum var gjørdur um tónleikaran Freddy Mercury, gjørdist vinnarin av tveimum »Golden Globe« til ársins Golden Globe Awards, sum var í gjárskvøldið.
Heitini sum filmurin megnaði at vinna vóru fyri Besta Drama film og so vann høvuðsleikarin, Rami Malek, heiti fyri besta drama sjónleikara.
Rami Malek spælur Freddy Mercury í filminum Bohemian Rhapsody, sum annars hevur fingið ógvuliga blandaða umrøðu frá almenninginum, av tí sama gjørdist tað heldur eitt yvirraskilsi at filmurin megnaði at vinna tvær Golden Globes í gjárskvøldið.
Tann 24 februar verða nógv umtalaðu Oscars awards, og sigst at høvuðsleikarin Rami Malek er ein av vælumtóktu tilnevndu leikarunum til ein Oscar fyri sín leiklut í filminum Bohemian Rhapsody. Til tiltakið í gjárskvøldið ognaði Rami Malek sítt heiti til Freddy Mercury í sínari takkartalu, hann segði soleiðis »Hetta er fyri og av tær, undurfulla menniskja«.