Bók um Kristian Djurhuus løgd fram í Miðlahúsinum

Í morgin klokkan 16 verður bókaframløga í Miðlahúsinum.

Tá fer Óli Jacobsen at leggja fram bókini um Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, sum hann júst hevur skrivað.

 

Bókin hevur undirheitið »Havnarmaður, sýslumaður, tingmaður«. Hon snýr seg um tíðina 1895 til 1940.

 

Sum Óli Jacobsen, høvundur, skrivar, so eru ikki nógvar bøkur skrivaðar um føroyska politikarar í nýggjari tíð. Kanska hevur ikki verið nógv av upprunatilfari at skriva burturúr.

 

Men søgan um Kristian Djurhuus byggir á tilfar, sum Kristian Djurhuus sjálvur hevur skrivað, sum fevnir um fleiri enn 2.000 maskinskrivaðar síður av endurminningum, sum ættin hevur í varðveitslu.

 

Byrjanin hjá Óla Jacobsen til hesa bókini var, at hann kom at kenna verdóttir Kristian Djurhuus, Esther, sum varð gift við Johan Djurhuus, skrivstovustjóra í landsstýrinum.

 

Hetta samband førdi til, at Siðsøgan í Sosialinum í 2011 fór at prenta brot úr endurminningunum hjá Kristiani Djurhuus.

 

Óli Jacobsen sigur, at meginparturin varð skrivaður eftir at Kristian Djurhuus fór úr politikki í 1962-1966. Hann stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1966 og gjørdist tá landsstýrismaður og varaløgmaður. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus aftur við sum løgmaður. Hann var Føroya Løgmaður í tilsamans 10 ár.

 

Óli Jacobsen sigur, at Kristian Djurhuus fyrst og fremst varð kendur sum annar løgmaður okkara eftir heimastýrislógina tey bæði valskeiðini frá 1950 til 1958.

 

Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum. Fyrst var hann løgmaður í átta ár valskeiðini 1950-54 og 1954-58. Eftir valið í 1958 gjørdist hann landsstýrismaður. Hann stillaði ikki uppaftur á valinum í 1962. Men í 1966 vendi hann aftur til politikk, varð valdur á ting og gjørdist landsstýrismaður. Tá Petur Mohr Dam løgmaður doyði í hálvum valskeiði í 1968, tók Kristian Djurhuus, sum tá var varaløgmaður, við sum løgmaður. Hann gavst endaliga í politikki í 1970.

 

Bókin um Kristian Djurhuus er góðar 400 síður.

 

Í gjárkvøldið varð bókin løgd fram á Seglloftinum á Tvøroyri, og í morgin klokkan 16 verður hon so løgd fram í Miðlahúsinum.

 

Har fer høvundurin sjálvur at greiða frá um bókina, og Høgni Djurhuus, lækni, sum er abbasonur Kristian Djurhuus, greiðir frá abbanum og um skriving hansara.

 

Aftan á framløguna verður kaffi og køkur, og høvundin heilsar, at tey vóna at síggja nógv fólk í Miðlahúsinum.