Bók útkomin um Eivør

Bók er útkomin, ið m.a. snýr seg um Eivør, G! og føroyskan tónleik. Jens Guð hevur skrivað.

Íslendski føroyavinurin, tónleikaserfrøðingurin, bloggarin, og nú eisini rithøvundurin, Jens Guð, hevur givið út bók um Eivør, ið er sera kend í Íslandi.

 

Bókin er tó ikki bert um Eivør Pálsdóttir, men sum heitið á bókini sipar til, so fevnir bókin eisini eitt sindur meira víðfevnt um Føroyar og føroyskan tónleik.

 

Bókin hevur heitið Gata, Austurey, Færeyjar, EIVØR og færeysk tónlist.

 

Á føroyskum: Gøta, Eysturoy, Føroyar, Eivør og føroysk tónlist.

 

Jens Guð hevur verið nógv í Føroyum og hevur fylgt sera væl við seinnu árini í tí, sum er fyrfarist á føroyska tónleikapallinum.

Hann hevur eisini lagt til rættis savnsfløgur fyri Tutl.

 

Í Íslandi er hann m.a. kendur sum ummælari, bloggari, plátuvendari, tónleikari og lærari í fagurskrift.

 

Jens Guð sigur, at hann í hesum døgum hevur úr at gera. Hann var ikki meira enn liðugur at tosa um bókina á íslendsku Rás 2, og at signera bøkur har, fyrr enn Útvarpið Søgu vildi hava fatur á honum til upplestur úr nýggju bókini.

 

Bókin er á íslendskum, men áhugað hava møguleika at ogna sær bókina í handlinum hjá Tutl, har nøkur eintøk av bókini vera á hillini í næstum.