Bókaframløga í Haldórsvík

Sunda kommuna: Mikukvøldið 23. november klokkan 19 verður bókin um Deanu løgd fram í Avhaldshúsinum í Haldórsvík.

Talan er um bók um 25 ára gomlu víkargentuna, Deanu Jacobsen, ið hvarv í Grønlandi í 1966 og ongantíð sást aftur.

 

Leivur Hansen hevur skrivað og Mentanargrunnur Studentafelagsins  gevur út. Høvi verður at fáa bókina signeraða.

 

Við samrøðum og skjølum, ið higartil hava verið í varðveitslu hjá landsskjalasøvnunum í Grønlandi og Føroyum og ongantíð eru almannakunngjørd áður, roynir høvundin at lýsa, hvat hendi áðrenn, undir og aftaná sorgarleikin í Grátufjørðinum, har Deana var kokkur hjá tveimum útróðrarbátum úr heimbygdini.

 

Talan er um eina bergtakandi, hjartanemandi, forvitnisliga og stundum bersøgna frásøgn um ungu víkargentuna, sum bert hevði verið har yviri í 10 dagar, tá hon á sera gátuføran hátt hvarv.

 

Trúlovaði hennara var við øðrum bátinum, sum hon var kokkur hjá, og ætlanin var, at tey bæði skuldu giftast, tá tey komu heim aftur um heystið.

 

Bókin "Deana - víkargentan, ið hvarv í Grønlandi og ikki sást aftur," er 120 síður. Føroyaprent hevur prentað.

 

(Tekstur: Sunda kommuna / sunda.fo)