Í dag klokkan 16 verður forkunnug bókaframløga í Bátasavninum í Leirvík. Tá leggur Monika Stauss Joensen nevnliga fram bókina Edelweiss og sólarkaffi.
Monika hevur í bókini savnað saman upplivingar og myndir frá barnaárunum og tíðini, tá hon kom til Føroya. Hon hevur eisini kryddað bókina við góðum ráðum, yndisuppskriftum og løttum ítrivi fyri børn og vaksin. Ella stutt sagt; eitt sindur av hvørjum úr Sveits og úr Føroyum!
Edelweiss og sólarkaffi er ikki ein bók, tú mást lesa úr einum enda í annan. Stuttligir minnisbitar, ommuráð, hugleiðingar, ítriv og uppskriftir, søgur og sangir gera, at tú altíð finnur okkurt gott at stytta tær stundir og hugna tær við.
Bókin er eisini býtt sundur í fýra partar, sum fylgja árstíðunum. Hetta sæst aftur í bæði teksti og teimum nógvu myndunum, sum eru í bókini. Gomlu familjumyndirnar úr Sveits, sum pápi Moniku hevur tikið tær flestu.
Nýggju myndirnar, ið eru tiknar serliga til bókina, eru allar knýttar at tekstinum og eru við til at gera hann livandi og bókina vakra og prýðiliga.
Ymiskt verður til undirhalds til framløguna á Bátasavninum í Leirvík í dag, har bókin hjá Moniku Stauss Joensen eisini fæst fyri ein tilboðsprís.