Í løtuni verður nýggi James Bond filmurin ?Quantum of Solace? upptikin í Chile. Ein partur av filminum snýr seg um nakrar rúsevnissmuglarar úr Bolivia og hetta hevur fingið bolivianarar at skriva eina klagu.
Pablo Groux, sum er mentamálaráðharri í Bolivia, sigur um hetta:
- Tað er ikki rættvíst at lýsa bolivianarar á henda hátt, ei heldur um tað er í einum uppfunnum Bond-filmi.
Heldur ikki chilenarirnir eru fegnir um nýggja filmin. Týsdagin varð borgarstjórin úr chilenska býnum Sierra Gorda handtikin av løgregluni, tí hann koyrdi inn til nakrar upptøkur í jeepi sínum framman fyri 200 fólkum. Hesi fólkini vóru forharmaði um, at upptøkurnar í Sierra Gorda í filminum skulu síggja út til at vera partur av Bolivia ? Chile vann henda part av landinum í einum kríggi ímóti Bolivia í seinnu helvt av 1800 og tey vilja undir ongum umstøðum hava, at hesin parturin skal vera bolivianskur í einum filmi.