Bólkur A: Øll liðini kunnu koma víðari

EM 2020: Í dag byrja bólkafinalurnar og í bólki A kunnu øll londini enn vinna seg víðari. Bara italia hevur tryggjað sær pláss

Í dag verður fyrstu bólkafinalurnar til EM-endaspælið. Byrjað verður við bólki A. Tað verða tveir dystir og teir verða í senn. Hetta kann koma at merkja tey fótbóltsáhugaðu, ið brádliga fáa nakar eyka tímar á degnum.

 

Italia tekur móti Wales, og Sveis spælir móti Turkalandi. Sermerkt er, at øll fýra londini kunnu enn koma víðari, og bara Italia hevur tryggjað sær víðari luttøku. Dystirnir verða klokkan 17.

 

Italia hevur longu tryggjað sær víðari luttøku, men við einum tapi yvirhálar Wales italiumenn á fyrsta plássinum. Við javnleiki er Italia víðari sum nummar eitt, og skal møta nummar tvey í bólki C. Hann telur Holland, Eysturríki, Ukreina og Norðurmakedónia. Samstundis er Wales víðari sum nummar, og skal møta nummar tvey úr bólki B, sum telur Belgia, Danmark, Finnland og Russland.

 

Vinnur Italia, so kunnu walisar ikki kenna seg tryggar við sínum fýra stigum, tí Sveis kann við fimm-málssigri á Turkalandi eisini koma upp á fýra stig. Innanhýsis er javnt millum liðini, tí tey spældu javnleik 1-1. Tí veður tað málúrtøkan, ið verður avgerandi. Her hevur Wales pluss 2, meðan Sveis hevur minus 3.

 

Sveis hevur tó góðan møguleika at koma víðari, sum ein av teimum fýra bestu, ið enda nummar trý. Turkaland hevur tapt báðar dystirnar higartil, men við einum avbera stórum sigri er ein ástøðiligur møguleiki at koma víðari.

 

Bólkur A:

 

Italia – Wales (17.00)

 

Dómari: Ovidiu Hategan, Rumenia

 

Spillested: Stadio Olimpico, Rom

 

Italia (4-3-3): Donnarumma – Di Lorenzo, Bonucci, Acerbi, Spinazzola – Locatelli, Jorginho, Barella – Berardi, Immobile, Insigne

 

Wales (4-2-3-1): Ward – Roberts, Rodon, Mepham, Davies – Allen, Morrell – Bale, Ramsey, James – Moore

 

 

 

Sveis – Turkaland (17.00)

 

Dómari: Slavko Vincic, Slovenia

 

Leikvøllur: Bakı Olimpiya Stadionu, Baku

 

Sveis (3-4-1-2): Sommer – Schär, Akanji, Elvedi – Mbabu, Xhaka, Freuler, Rodriguez – Shaqiri – Embolo, Seferovic

 

Turkaland (4-1-4-1): Cakir – Celik, Söyüncü, Demiral, Müldür – Ayhan – Karaman, Yazici, Tufan, Calhanoglu – Yilmaz

 

 

 

Støðan:

1: Italia 6 (stig) +6 (mál)

 

2: Wales 4 +2

 

3: Sveis 1 -3

 

4: Turkaland 0 -5