Bólkur C: Hvør fylgir við Hollandi?

EM 2020: Holland er víðari, men tað er ikki avgreitt hvør fylgir teimum

Holland er tryggjað at koma víðari úr bólki C, men tað krevur ein javnleik móti Norðurmakedónia at tryggja 1. plássið. Ukreina og Eysturríki spæla innanhýsis dyst um at koma víðari.

 

Holland hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar og er víðari. Teir vunnu fyrst 3-2 á Ukreina og síðani 2-0 á Eysturríki. Teir skulu tí bara hava ein javnleik móti Norðurmakedónia, sum ikki kann vinna seg víðari úr bólkaspælinum.

 

Størsti spenningurin er í Bukarest í Rumenia, har Ukreina og Eysturríki spæla. Vinnarin kemur víðari úr bólkaspælinum. Ukreina og Eysturríki hava hvør sín sigur á Norðurmakedónia, men Ukreina hevur skorað eitt mál fleiri enn Eysturríki.

 

Tí skal Eysturríki helst vinna, men tað er eisini møguligt, at bæði koma víðari við einum javneiki. Hetta roknistykkið verður tó ikki avgreitt, fyrr enn seinasti dystirnir eru spældir. Fýra av teimum seks liðnum, ið enda nummar trý koma víðari.

 

Bólkur C:

 

Norðurmakedónia – Holland (17.00)

 

Ukreina – Eysturríki (17.00)

 

Støðan:

 

1: Holland 6 (stig) +3 (mál)

 

2: Ukreina 3 -0

 

3: Eysturríki 3 -0

 

4: Norðurmakedónia 0 -3