Bólkur D: Øll vilja víðari – ongin vil vinna bólkin

EM 2020: Øll fýra londini í bólki D kunnu vinna seg víðari, men ongin vil vinna bólkin

Kekkia og Ongland eru víðari, meðan Kroatia og Skotland spæla um triðja atgongumerkið. Kekkia og Ongland, og Kroatia og Skotland møtast í kvøld. Sermerkt er tó, at ongin ynskir at vinna bólkin, tí tað merkir at mótstøðan verður helst Portugal ella Týskland.

 

Kekkia vinnur bólkin við javnleiki móti Onglandi í dag, meðan Ongland vinnur bólkin, um teir vinna í kvøld. Kekkia og Ongland kunnu bæði enda á triðja plássi, um tey tapa og úrslitið gongur teimum ímóti millum Kroatia og Skotland. Kekka skal so vóna, at Kroatia ikki vinnur stórsigur, og umvent skal Ongland vóna at Skotland ikki vinnur stórsigur. Ósansæð úrslitið í dag, so eru Kekkia og Ongland víðari.

 

Kroatia og Skotland spæla ein innanhýsis dyst um at koma víðari. Kroatia kann við sigri á Skotlandi yvirhála Kekkia, um kekkar tapa móti Onglandi, men tað krevur at Kroatia eisini fær betri málúrtøku samanlangt. Hetta er somuleiðis galdandi fyri Skotland, sum kann yvirhála Ongland við somu treytum.

 

Eitt annað áhugavert íkast til bólkafinaluna í dag er, at vinnarin av bólki D, skal møta nummar tvey í bólki F. Tann bólkurin telur lond sum Frakland, Týskland og Portugal, meðan nummar tvey skal møta nummar tvey í E. Her verður talan helst um Slovakia ella Spania.

 

Bólkur D:

 

Kroatia – Skotland (20.00)

 

Kekkia – Ongland (20.00)

 

Støðan:

 

1: Kekkia 4(stig) +2(málmunur)

 

2: Ongland 4 +1

 

3: Kroatia 1 -1

 

4: Skotland 1 -2