Bolt gjørdi bart

Jamaica-rennarin Usain Bolt hevði ongar trupulleikar av at tryggja sær framhaldandi luttøku í kappingini á 200 metrum í HM-kappingini í Suðurkorea. Hóast hann fekk eina vánaligan byrjan, var hann fyrstur á mál við tíðini 20,30 sekund, og tað var týðiligt, at hann kundi runnið væl skjótari.

 

Usain Bolt er favorittur at vinna HM-heitið á 200 metrum, men amerikanarin Walter Dix ætlar sær at geva favorittinum ein skarpan gang, sigur hann.

 

-Eg kenni á mær, at kappingin á 200 metrum er tað besta hjá mær í ár, so eg fari eftir gullinum, sigur Walter Dix, sum vann silvur á 100 metrum. Tá var Usain Bolt ikki við, tí hann bleiv burturvístur fyri at byrja ov tíðliga.