Bæði Usain Bolt og Yohan Blake nærmast spákaðu um málstrikuna, tá teir í kvøld tryggjaðu sær eitt pláss í finaluni í 200m renningini í OL í London.
Usain Bolt kom á mál við tíðini 20.18 sekund. Hann legði seg greitt á odda tíðliga í renningini og tóktist nærmast spáka um málstrikuna. Ongin ivi um at hann kann renna skjótari í finaluni.
Yohan Blake kom á mál við tíðini 20.01 og er somuleiðis í finaluni. Eisini hann legði seg greitt á odda tíðliga í renningini í sínum riðli og steðgaði á áðrenn málstrikuna.
Finalan í 200m renning verður í annaðkvøld klokkan 20:55.