Bolt væl fyri til OL-summarið

Jamaica-rennarin Usain Bolt vísti í gjár, at hann er eitt sera gott boð upp á eitt og kanska fleiri gullmerkir á teimum olympisku leikunum í London í summar.

 

Í einari 100 metrar kapping í Kingston í gjár kom Usain Bolt fyrstur á mál við tíðini 9,82 sekund, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár. Næstir honum vóru landsmenninir Michael Frater við 10,00 sekundum og Lerone Clarke við 10,03 sekundum.

 

-Eg eri betri fyri nú enn um hesa tíðina í fjør, men venjarin hjá mær, Glen Mills, sigur, at eg gjørdi onkur mistøk í dag, sum vit skulu rætta undir venjingunum, segði Bolt við tíðindafólk aftan á sigurin.

 

Usain Bolt hevur heimsmet á bæði 100 og 200 metrum. Tað fyrra er 9,58 sekund og tað seinna 19,19 sekund.