20:19: Talsmaður fyri sjúkrahúsið sigur sambært bretskum miðlum, at støðan hjá Fabrice Muamba er stabil og at hann nú skal til nakrar kanningar.
FA Cup fjórðingsfinlan millum Tottenham og Bolton er avblást, eftir at Bolton miðvallarin, Fabrice Muamba, small um mitt á vøllinum. Læknar vóru á vøllinum og góvu honum hjartamassagu. Fabrice Muamba er í sjúkrabili á veg til sjúkrahúsið. BBC skrivar, at tað stendur um lív.
Fjórðingsfinalurnar í søguligu steypakappingini í Onglandi, FA Cup, verða spældar um vikiskiftið. Fyri løtu síðani byrjaði dysturin millum Tottenham og Bolton. Dystruin fekk eina óvæntaða gongd, tá Fabrice Muamba brádliga small um.
Hjálparfólk komu á vøllin og bretskir miðlar siga, at teir góvu hjartamassagu. Mett verður at støðan hjá Fabrice Muamba er sera álvarsom. Dómarin, Howard Webb, hevur tikið eina avgerð um at avblása dystin.
Ongin leikari var nær við Fabrice Muamba, tá hann small um.
Fabrice Ndala Muamba er 23-ára gamal og byrjaði sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Onglandi í Arsenal. Hann skifti síðani til Birmingham áðrenn hann í 2008 skifti víðari til Bolton. Hann hevur umboðað Ongland á fleiri av ungdómslandsliðunum.
7:25: Bolton hevur í eini stuttari viðmerking váttað, at Fabrice Muamba er á sjúkrahúsi, men enn er ikki greitt hvørjari støðu hann er í.
(Mynd: Polfoto)