Bolton vann í kvøld botnbrakið í Premier League móti Blackburn, sum nú er í enn fleiri trupulleikum. Wolverhampton og Norwich deildu stigini í hinum dystinum, sum var leiktur í dag.
Tað stendur illa til í Blackburn, sum nú liggur niðast í Premier League. Viðhaldsfólkini vilja hava bæði eigarar og venjaran úr felagnum. Í kvøld tók liðið á heimavølli móti Bolton, sum undan dystinum lá niðast.
Dysturin var bara fimm minuttir gamal, tá Bolton legði seg á odda 1-0 við máli frá Mark Davies. Tá ein hálvur tími var leiktur økti Nigel Reo-Coker og tað fekk øði í Blackburn viðhaldsfólkini, sum ýldu eftir venjaranum, Steve Kean.
Blackburn megnaði at minka um munin í seinna hálvleiki við máli, sum Yakubu skoraði. Tað rakk tó ikki til meir enn tað eina málið. Blackburn liggur nú niðast við tíggju stigum fyri 17 dystir.
Wolverhampton og Norwich spældu javnleik 2-2, eftir at Norwich var á odda 2-1 til átta minuttir manglaðu. Sjey dystir verða í morgin, men tann seinasti í hesum umfarinum verður hóskvøldið millum Chelsea og Tottenham.