Bólturin var úti

Tað var ikki uttan dramatikk, at Manchester City í kvøld vann seg í Carling Cup finaluna

Mynd: (Polfoto)

Tað verður Manchester City, sum skal møta Liverpool í Carling Cup finlauni. Tað er greitt, eftir at Manchester City í kvøld vann 3-1 á Everton. Sigurin var tó dramatiskur, tí bólturin var úti í uppspælinum til 2-1 málið.

 

Raheem Sterling var ov seinur at fáa fótin á bóltin, tá hann skuldi leggja innfyri, men dómarin og hjálpardómarin sóru ikki, at bólturin hevði verið uttanfyri baklinjuna. Kevin De Bruyne umsetti til mál. Venjarin hjá Everton, Roberto Martinez, er argur um støðuna,

 

- Tað er ótrúligt, at dómarin ikki sær at bólturin er úti. Hatta málið bleiv avgerandi, tí tað vendi dystinum, sigur Roberto Martinez við Sky Sports.

 

Ross Barkley legði Everton á odda, men við málum frá Fernandinho, Kevin De Bruyne og Sergio Aguero, so vann Manchester City 3-1. Samanlagt vann Manchester City 4-3.

 

Carling Cup finalan millum Manchester City og Liverpool verður 28. feburar á Wembley.

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)