Bonnie Tyler á MjúS

Í gjár kunngjørdi MjúS at Bonnie Tyler verður millum nøvnini á festivalinum á Sandi.

 Hása songkvinnan úr Wales hevur hitta ið løgum sum Lost in France, It´s a heartache og risahittinumTotal eclipse of the Heart. ið lá nummar eitt í fleiri vikur um allan heim.
Í ár hevur Bonnie givið út fløguna Celebrate, sum eitt hátíðarhald av 30 fantastiskum árum við tónleiki. Seinasta nummar eitt-lag hennara var ein endurinnspæling av Total eclipse of the Heart á fronskum. Lagið lá í 2004 nummar eitt í trimum evropeiskum londum
Hása røddin hjá Bonnie Tyler er hennara vørumerki. Sambært henni sjálvari kom røddin av, at hon í ungum aldri fekk knútar á raddarbondini, og mátti hava eina skurðviðger. Hon skuldi síðan halda seg í róð, og bert samskifta við penni og pappíri. Ein dagin fóru henda tigandi Bonnie og mamman at vitja beiggja hennara, sum lá sjúkur. Tær ætlaðu at hava jarðber við til hansara, men gloymdu tey, tá skríggjaði Bonnie, og gjørdist hás restina av lívínum.