Bónus: SÍ er steypavinnari hjá monnum

SÍ vann 3-1 á Mjølni í Bónus steypafinaluni

SÍ er Bónus-steypavinnari hjá monnum 2024.

 

SÍ vann tvey tey fyrstu settini. Í triðja settinum kom Mjølnir aftur frá teimum deyðu, so at siga, og megnaði at knógva settið heim. Í fjórða settinum var tó eingin ivi um hvat var betra liðið, og vunnu sørvingar greitt tað settið.

 

SÍ-Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)

 

Hetta er fyrstu ferð síðani 2018, at sørvingar vinna steypafinaluna hjá monnum. 

 

Hetta er sjeyndu ferð besta liðið hjá SÍ vinnur steypafinaluna hjá monnum. Í 2018 var tað garvaða og roynda B-liðið hjá SÍ, ið vann steypafinaluna.

 

Dagsins leikari í dystinum gjørdist Christiano Rodrigues Campos, leikandi venjari hjá SÍ.

 

##med2##