Boomerangurin hjá Jóannesi

Sosialurin endurgevur týsdagin eina røðu hjá Jóannesi Eidesgaard, har hesin manar fram ta mynd, at javnaðarfólk verða forfylgd og jagstrað.

 

Sjúrður Skaale

?????????????


Sosialurin endurgevur týsdagin eina røðu hjá Jóannesi Eidesgaard, har hesin manar fram ta mynd, at javnaðarfólk verða forfylgd og jagstrað. Og so sigur hann, at ?Seinasta dømi er, at tjóðveldispropagandain Fregnir sigur, at Javnaðarflokkurin vil lata dønum oljupengarnar. Hetta er lygn og er ongantíð sagt?.

Undirritaði tosaði mikudagin 13. juni við Jóannes Eidesgaard um, hvussu Javnaðarflokkurin í verki vil fremja sínar ætlanir um, at føroyingar, um vit fáa ráð til tað, skulu rinda danska statinum fyri ávís felagsmál.

Tað er púra rætt, at Jóannes undir samrøðuni ikki segði, at Javnaðarflokkurin ?vil lata dønum oljupengarnar?. Hevði eg havt skrivað hetta, hevði tað, júst sum Jóannes sigur, verið lygn.

Men tað var ikki tað, sum stóð í Fregnum. Greinin var ein púra røtt og saklig endurgeving av eini samrøðu, har Jóannes Eidesgaard segði, at verður nógv olja funnin við Føroyar, er Javnaðarflokkurin sinnaður at nýta ein part av inntøkunum til at rinda fyri ymiskar tænastur, sum vit fáa frá danska statinum.

Í umrøddu røðu rættar Jóannes Eidesgaard Fregnir við hesum orðum:

?Oljuavtalan frá 1992 sigur, at fáa vit inntøkur frá einari oljuvinnu, so skal hetta føra til eina samráðing um lækking av ríkisstuðulinum. Og er tað ikki sjálvsagt. Tað, sum Javnaðarflokkurin harumframt hevur sagt, er, at tað er einki í vegin fyri, at hava vit ráð, so skulu vit gjalda fyri tær tænastur, sum danir gera fyri okkum í Danmark sum t.d. uttanríkispolitikk, verjupolitikk, útbúgvingar o.l.?

Tað var júst hetta, sum stóð í áðurnevndu grein í Fregnum.

Støðan er altso tann, at Jóannes Eidesgaard kastar mær fyri at hava skrivað nakað, sum eg ikki havi skrivað, fyri síðani at skíra meg lygnara fyri at hava skrivað tað.

Tá hann so skal rætta meg vísir hann til júst tað, sum eg havi skrivað.

So kunnu fólk sjálv meta um, hvør tað er, sum nýtir lygn og propaganda.