Sum vit skriva aðrastaðni her á síðunum, so hava fleiri fólk kent á sær, at peningastovnarnir hava táttað í seinastu tíðina. Sigast skal, at dømini er ikki úr einum ávísum peningastovni, men fleiri.
Vit hava spurt forstjóran í Føroya Banka, Janus Petersen, um hetta: hvussu nógv tey hava táttað í, og hvønn tað serliga gongur út yvir.
Í Føroya Banka, sum er millum størstu peningastovnarnar í landinum, eru boðini greið. Krøvini eru ikki herd sum so. Men døpru útlitini hava við sær, at færri lánarar megna at lúka krøvini. Hetta kemst einamest av, eins og áður, at ein meting fer fram í hvørjum einstøkum føri, um verkætlanin tykist skilagóð og yvirbevísandi, út frá verandi støðu. Er hon tað, so fæst fígging eisini.
Men í metingini verður sjálvandi eisini hugt eftir, hvussu útlitini eru fyri, at íløgan fer at loysa seg – eisini yvir tíð.
Og her kunnu vit siga, at peningastovnarnir hava fingið ein nýggjan leikara inn á vøllin í mun til fyri fáum árum síðani: Tí útlitini eru alt annað enn bjørt.
Minni eftirgevandi
Hetta ávirkar sjálvandi eisini hugin at læna og viljan at læna út. Sambært Janus Petersen, forstjóra í Føroya Banka, hava tey ikki steðgað fyri útlánum. Men ein stór minking er farin fram.
- Óivað er tað soleiðis, at færri verkætlanir uppfylla okkara krøv í dag, tí útlitini gera, at færri verkætlanir lúka treytirnar. Her hava vánirnar alt at siga, sigur Janus Petersen, sum tó leggur dent á, fólk fáa lán, um verkætlanin er skilagóð og útlitini fyri at tað hongur saman, eru bjørt.
Hóast krøvini er tey somu sum altíð, heldur hann tó, at tey kanska eru minni eftirgevandi í dag enn fyri fáum árum síðani. Sum hann tekur til: Kriteriini eru tey somu, men tey vera kanska hildin meira í dag.
- Hetta kemst av, at tað eru ikki útlit fyri uppgangstíðum í løtuni. So fortreytirnar fyri útlánum eru verri og tað ávirkar sjálvandi kreditmetingina, sigur Janus Petersen.
Spurdur, um ongin munur er á krøvunum annars, staðfestir bankastjórin, at um bankin metir, at fólk hava tryggar og góðar inntøkur og eginpening, so skuldu tey fingið lán.
- Her er sum so ongin broyting. Heldur ikki í mun til kravið um eginpening. Men tað kann vera, at vit hava verið nakað eftirgevandi, og at vit halda fastari upp á krøvini í dag, sigur hann.
Ringja fólk niður
Nakrir av bankakundunum, sum vit hava havt samband við, eru uppringdir av peningastovni sínum um jólini. Til dømis familjan, har maðurin er sjómaður og kontoin er á troti, til hann fær løn - sum so ofta fyrr. Tey vórðu rættiliga illa við, tá ið bankin ringdi, tí vanliga fer samskiftið fram skrivliga ella á fundi við peningastovnin.
Janus Petersen, forstjóri, heldur ikki, at fólk eiga at upplivað eina uppringing sum nakað negativt, men sum eitt tekin um tætt samstarv. Hann vísir í hesum sambandi á, at tey eru serfrøðingar í at handfara óstøðugar inntøkur, eitt nú hjá sjómonnum. Men hetta krevur eina neyva stýring frá øllum pørtum, tí viðhvørt er undirskot, og tá er neyðugt við jøvnum og tøttum samskifti.
- Tað kann kanska virka ógvusligt at tosa saman í heilum. Men tað er til frama fyri allar partar, at bankin er varugir við viðurskiftini, sigur hann.
Trot er brot
Fólk hava eisini upplivað, at bankin er vorðin strangari viðvíkjandi troti. Onkur er uppringdur og onnur hava fingið sperrað Visa-kortið.
Til hetta sigur Janus Petersen, at bæði bankin og kundin hava skyldu til at hava skipaði viðurskifti.
- Tí er umráðandi, at vit gera greiðar avtalur og at tær verða hildnar. Ein eftirstøða er altíð ein brotin avtala ella sløsarí. Avtala heldur eitt trot, so báðir partar eru samdir um lániveitingina, sigur Janus Petersen, sum staðfestir, at partur av teirra dagliga bankavirksemi er at hava skil á.
- Tað er góður bankaskikkur, sum hann sigur, og leggur dent á, at trotið eigur at vera so lítið, sum til ber.
- Í løtuni er tað ikki ein trupulleiki, tí fólk hava sum heild lítlar eftirstøður. Og tað vænta og vóna vit fer at halda fram, tí vit meta, at okkara kundar hava góðar lánsavtalur, sum tey hava ráð at gjalda, sigur Janus Petersen, sum heldur ikki hevur upplivað, at eftirstøðurnar eru øktar.
Tos millum fólk
Vit hoyra ofta, at vit kunnu tosa eina kreppu í gongd. Men er tað ikki júst tað, sum er við at henda, tá tað frættist millum fólk, at peningastovnarnir ringja eftir smápengum og nokta fólki, sum bæði eiga hús og hava uppsparing, lán?
Janus Petersen skilur væl, at fólk tosa um slíkt í hesum døgum. Eisini fegnast hann um, at vit taka málið upp. Tí, sum hann sigur:
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hoyra dømi sum hesi. Samskifti og atburður mótvegis kundunum er umráðandi og kann hava stóra ávirkan á støðuna. So kanska er okkurt, sum vit skulu hyggja eftir hjá okkum sjálvum.
Boomið er av
Sum áður nevnt er viljin og hugurin at læna minkaður nógv, men ikki steðgaður heilt. Í Føroya Banka var miðal útlánsvøksturin í 2008 fimm prosent netto, og brutto eini 10 prosent. Hetta er væl minni enn tey tvey undanfarnu árini, men sæð yvir eitt longri tíðarskeið, er tað ikki óvanligt. Vøksturin í landinum hevur verið øgiligur í 2006, 2007 og 2008, við stórum íløgum í hús, skip og bygningar, og kommunur, sum hava gjørt stórar íløgur.
- Hetta er avgjørt við at minka, og tølini líkjast nú meira teimum normalu, sum vóru undan boominum. Nú eru vit niðri við normalin aftur. Ein árligur vøkstur upp á 10 prosent kann ikki halda fram, sigur Janus Petersen, sum kortini vísir á, at hóast vøksturin er lítil, so læna tey framvegis til viðlíkahald og smærri íløgur.
Øll bíða
Hann hugleiðir soleiðis um alheims fíggjarkreppuna, at í broytingartíðum eru øll meira varin. So hóast hann finnur ugga í, at danski staturin í løtuni arbeiðir við enn einum tiltaki, sum skal seta gongd á aftur, so er veruleikin hann, at í kjalarvørrinum á kreppuni kemur ótryggleikin.
- Í løtuni er bankarnir varnir, og tá er fyrsta reaktiónin, at man onki ger. Men, tá ið ótryggleikin er av, fer støðan eisini at laga seg, sigur Janus Petersen.