Hilmar Simonsen
”Í kafé Borðkróki kanst tú njóta góðan morgunmat og lesa bløðini. Tað ber eisini til at fáa sær ein lættan frokost við salat, smyrjibreyði, suppu ella tvíflís. Av drekkivørum fæst kaffi, te, vín, øl og sodavatn”.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, og lítið er at ivast í, at tænastan er dragandi, tí talið av fólkum sum koma higar at fáa sær okkurt gott í magan er alsamt vaksandi. Borðkrókur hevur opið hvønn gerandisdag frá klokkan 10 til 18, og hetta er júst í arbeiðstíðini hjá teimum flestu. Tí eru tað eisini fleiri sum støkka inn á gólvið hjá Katrin Johannesen og Anni Grettirsdóttir, sum hava dagligu leiðsluna av Borðkróki um hendi, at fáa sær eina góðan morgunmat ella frokost.
- Tað góða er, at tað vindur alt meiri upp á seg. Fleiri, til dømis fólk til arbeiðis, hava vant seg við at koma higar og fáa sær frokost. Og tað eru eisini fólk, sum koma regluliga at fáa sær morgunmat, vit kunnu kalla tað stamgestir, sigur Katrin Johannesen.
Um summarið eru tað nógv ferðafólk, sum leggja leiðina framvið, men er talan um størri ferðalið, so dáma Katrin og Anni best, at ringt verður áðrenn fyri at tryggja sær nóg mikið av mati til øll.
- Kemur ein bussur við til dømis 40 fólkum, og vit ikki vita tað frammanundan, so er ikki sikkurt, at nokk av mati er til øll, sigur Katrin Johannesen, men leggur tó afturat, at vanliga ringja ferðaleiðarar frammanundan og bíleggja matskrá.
Undir leiðslu av Hotel Føroyum
Tann 1. november 2006 yvirtók Hotel Føroyar leiðsluna av Borðkróki, men hetta hevur ikki broytt gerandisdagin hjá Katrin Johannesen, sum hevur starvast fast í kaféini síðani 2002. Hon hevur faktiskt arbeitt har av og á meginpartin av tíðini, síðani Norðurlandahúsið lat upp fyri 25 árum síðani.
Hon letur væl at samstarvinum millum Norðurlandahúsið og Hotel Føroyar á hesum øki.
- Vit hava ikki merkt nakra stórvegis broyting. Skeinkiloyvið var komið nakað áðrenn, men hevði kanska ikki verið brúkt so nógv. Eins og tá selja vit framvegis ikki sterkt rúsdrekka, bert øl og vín. Men tíðirnar eru broyttar á tann hátt, at tað eru fleiri ráðstevnur nú, so vit hava oftari kalt borð og líknandi. Tað verður væntandi enn meiri virksemið, tá nýggi bygningurin verður tikin í brúk, sigur Katrin Johannesen.
Umframt vanliga upplatingartíð hevur Borðkrókur altíð opið, tá tiltøk eru. Tá verða ofta borð sett upp úti á steingólvinum, sum er móti nýggja bygninginum. Um steðgur er í tiltakinum, so hevur kaféin opið, men letur vanliga aftur eftir síðsta steðgin.
Eisini fyri børn
Serstakt borð er til børn, har eisini leikur og bøkur eru. Pláss er fyri átta børnum kring borðið.
Katrin Johannesen sigur, at barnagarðar koma ofta framvið.
- Viðhvørt ringja tey áðrenn, og viðhvørt troppa tey bara upp. Kring borðið er bert pláss fyri átta børnum, so tað er ikki sikkurt, at pláss er fyri øllum, um tað koma heilt nógv børn. Men vit hava ongantíð rikið nakran útaftur, sigur Katrin Johannesen.
Børnini eru vælkomin innar at eta sín matpakka, men Katrin og Anni vilja fegin hava, at tey rudda upp efir sær, áðrenn tey fara.