Føroyska borðtennislandsliðið endaði sum nummar fimm í liðkappingina á oyggjaleikunum í Gotlandi.
Føroyska liðið legði bragdliga út við 7-0 sigrum á Alderney og á Hetlandi. Men so kom dysturin, sum fór at avgera annað plássið í bólki B. Álendingar vóru eina tonn stinnari og vunnu tepurt 4-3 á Føroyum. Føroyska liðið vann síðani 7-0 á Minorka, men mátti lúta 0-7 ímóti vertsoynni, Gotlandi, sum er eitt krútsterkt lið.
Føroyar endaðu soleiðis á einum triðja plássi í bólki B, og skal tí spæla um at gerast nummar fimm í liðkappingini. Hevði dysturin ímóti Álandi koppað hinvegin høvdu Føroyar skula spælt hálvfinalu ímóti Grønlandi.
Endaliga støðan í bólki B:
Lið: | Dystir | vunnið | tapt | Vunnin sett | Tapt sett | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|
Gotland | 5 | 5 | 0 | 34 | 1 | 10 |
Áland | 5 | 4 | 1 | 23 | 12 | 9 |
Føroyar | 5 | 3 | 2 | 24 | 11 | 8 |
Hetland | 5 | 2 | 3 | 11 | 24 | 7 |
Minorka | 5 | 1 | 4 | 7 | 28 | 6 |
Alderney | 5 | 0 | 5 | 6 | 29 | 5 |