Borðtennislandsliðið á venjingarlegu

Hetta vikuskiftið hevur landsliðið í borðtennis venjingarlegu í Havn. Føroyski landsliðsvenjarin, svenski Jan Berner, er heimkomin, og verður ungdómslandsliðið eisini við á venjingarleguni. Ungdómslandsliðið skal fyrst í komandi mánaða luttaka í kapping í Roskilde, meðan landsliðið fyrireikar seg til HM fyri lið, sum verður í týska býnum Dortmund 25. mars.

Ungdómslandsliðið: Eyðun F. Ellendersen (Tór) Knútur Jóannesarson (Tór) Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) Hákun A. Højgaard (Tór) Hanus Sørensen (Tór) Magnus Holm Jacobsen (Tór) Andrias Petersen (Tór) Ingi R. Gásadal (Tór) Durita Jensen (Tór) Dávur M. Hansen (Nykur) Lív Øster (TBF) Anna Mikkjalsdóttir (TBF)

Landsliðið: Fróði Fríðason Jensen (Tór) Pætur Albinus (Tór) Hallur Thorsteinsson (Tór)