Borðoyarnes tikin í Indiska havinum

Enn eitt fiskiskip við føroyingum umborð tikið í Suðurindiska havinum. Franska sjóverjan er á veg til Reunion við fyrrverandi føroyska saltfiskabátinum Borðoyarnes

Fyrrverandi føroyski saltfiskalínubáturin Borðoyarnes er tikin fyri ólógligan fiskiskap í Indiska havinum, og er nú á veg til fronsku oynna Reunion. Við bátinum eru fleiri føroyingar harímillum skiparin.

Sosialurin hevur ikki fingið hesi tíðindi váttað, men keldur, sum blaðið hevur tosað við, vilja vera við, at nakað er um tíðindini. Blaðið hevur vent sær til Sigmund Andreasen, skipara á Explorer, sum varð tikin av fronsku sjóverjuni, og sum í løtuni verður hildin aftur á oynni Reunion.

Sigmund Andreasen sigur seg eisini hava hoyrt graml um, at okkurt skip skal verða tikið afturat, men hann hevur heldur ikki fingið tíðindini váttað.

Borðoyarnes er seldur úr føroyska flotanum til eitt norskt reiðarí. Seinni eru hann seldur nakrar ferðir, og tað ljóðar, at eisini áhugamál í Hong Kong eru uppí.

Í danska uttanríkisráðnum kenna tey einki til málið, men tey siga samstundis, at tað kann ganga long tíð, áðrenn boðini koma fram.

Lesið annars samrøðu við Sigmund Andreassen aðrastaðni