TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt statusprát við Jóannes Guttesen, sum er ein av leiðarunum fyri tann føroyska borðtennishópin á Jersey.
Í liðkappingini endaðu Føroyar á tí klassiska sætta plássinum. Í kappingunum, sum eru fyri framman er Henrietta Nielsen framvegis besta heiðursmerkja-vónin, men nógvir sterkir spælarar eru við, so einki er givið frammanundan.
Jóannes staðfestir, at umstøðurnar til borðtennis eru framúr á Jersey. Umstøður, sum føroysku borðtennisfólkini høvdu ynskt at havt heima í Føroyum.