Borgar: Hetta er tað ein spælir fyri

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Borgar Persson seta orð á hvussu hann skora seinasta málið í dystinum

Tá Borgar Persson skoraði til 31-25 til StÍF var klokkan sligin. Tá skuldi Neistan hava tvey mál uppá tólv sekund fyri at tryggja sær pláss í finaluni. Tað bleiv við 31-25, og harvið ein samlaður 55-53 sigur til StÍF, sum møtir H71 í finaluni í Faxe Kondi steypakappingini.

 

- Hetta er tað ein spælir fyri, slær Borgar Persson fast. Borgar greiðir frá, at hann var ikki vísur í, at hann fór at skora til 31-25. Hann vónaði bara, at bólturin fór í málið. Fyri strandingar hevði tað týdning at fáa hevnt hálvfinalutapið ímóti Neistanum fyri júst einum ári síðani.

 

Borgar Persson hevur stóra virðing fyri H71, men hann trýr uppá, at strandingar kunnu gera ein vørr í steypafinaluni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Borgar Persson, tá Borgar og liðfelagarnir høvdu tryggjað sær samlaða hálvfinalusigurin ímóti Neistanum.