Trivnaðardepilin á Almannaverkinum hevur skipað fyri at borgara- og avvarðandiráð kunnu setast á stovn kring landið.
Endamálið við ráðunum er at geva borgaranum størri møguleika at ávirka egið lív og umstøður. Uppgávan hjá ráðunum er at skapa størst møguligan trivnað og menningarmøguleikar hjá borgarunum, við at umboða áhugamálini hjá borgarunum og at vera málgagn teirra. Ráðið skal eisini styrkja samstarvið millum borgara og starvsfólk.
Ráðið skal til dømis kunnast og verða tikið við upp á ráð um ætlaðar broytingar í bústaðarviðurskiftum, eins og um broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdum á eindini. Ráðið skal eisini kunnast í samband við setan av starvsfólki. Eisini hevur ráðið møguleika at skipa fyri ymiskum tiltøkum og at taka avgerðir í samband við millum annað innrætting av felagshølum.
Tað fyrsta slíka ráðið var sett á stovn í eind 5 í síðstu viku, millum sambýlini á Bárðarfløtti á Vági, í Smærugøtu í Tórshavn og í Stoffalág í Tórshavn.
Talan er um at skipa trý sløg av ráðum:
Borgararáð - verða skipað í teimum eindum, har borgararnir eru førir fyri at tosa egna søk.
Borgara- og avvarðandiráð - verða skipað í teimum eindum, har nakrir borgarar klára at tosa fyri seg, meðan aðrir tørva hjálp til at úttrykkja síni ynskir.
Avvarðandiráð - verða skipað í teimum eindum, har borgararnir tørva hjálp til at seta orð á síni ynski og sínar tørvir.